Logos Bókasøla



Skaldsøgur skrivaðar av kristnum høvundum kunnu eisini verða við til styrkja okkum andaliga, samstundis sum tær fáa okkum at lætta sinnið við lørrum lesnaði.



Vit hava Bíbliur á fleiri ymiskum málum. Eisini hava vit nógv tilfar til at hjálpa tær at granska Bíbliuna, alt frá Bíbliukommentarum til Bíbliuatlas og bøkur til bíbliubólkar.



Einhvør bók er ein góð gáva. Men afturat okkara stóra úrvali av bókum, hava vit eisini nógvir gávulutir og vakrar gávubøkur til tað serliga høvið. 




Um tær tørvar okkurt til sunnudagsskúlan, pakkakalendaran, barnakamarið ella barnabarnið - óansæð høvið, so hava vit nokk okkurt sum passar til tín tørv.




Týdningurin av góðum lesnaði fyri børn og ung eigur ikki at verða undirmettur. Tað sum lagt verður niður í børn og ung av andaligari barlast fer at hjálpa teimum alt lívið, tí fara at minnast tað sum varð lagt niður í tey í barnaárum..

​​


Jólaprýðið hjá okkum er ikki einans vakurt at skoða, men er samstundis eisini ein áminning um orsøkina hví vit halda jól. Flest øll jólaprýðini fáa okkum at minnast upprunan við jólunum.

Umframt jólaprýði, so hava vit eisini jólabøkur og jólatónleik.




Bøkur um kristna lívið fevna vítt, frá hvussu vit skulu liva sum lærusveinar Kristusar, til eggjandi bøkur um Himmalin og hvussu vit fyrireika okkum til lívið eftir hetta við at liva fyri Harran.

Okkara vørulisti er langur og umfatandi. Vit hava bøkur i flest øllum genre'um, umframt lærutilfar/sunnudagsskúlatilfar, DVD'arar, fløgur, gávulutir og prýðislutir. A hesi síðuni vísa vit á nakrar av vørunum, ið eru at fáa í handlinum. Tit eru vælkomin at bíleggja umvegis boð/ringja ella støkka inn á gólvið.

Vørulisti



Lívssøgurnar lata okkum síggja heimin gjøgnum nýggjar brillur, vit kunnu læra av upplivingunum hjá øðrum, og finna vegleiðing og styrki til lívsins leið.